Tíðindi

04. mai 2026

Skúlastjóri á Fossánesi

Landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Veroniku Petersen í fast starv sum skúlastjóri í skúlanum á Fossánesi frá 1. august 2026.

Veronika er 53 ára gomul og býr í Norðdepli.

Hon hevur tikið læraraútbúgving á Føroya læraraskúla í 2004 .

Veronika hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum og á serøkinum bæði í Danmark og í Føroyum.

Hon hevur viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða og er í gongd við at taka leiðsluútbúgving.

Veronika hevur seinasta árið røkt skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fossanesi.


12. juli 2026
Summarfrí frá 13. juli til 5. august
01. juli 2026
Einalærari í Haraldssundi
30. juni 2026
Skúlastjóri í Porkeris skúla
30. juni 2026
Deildarleiðari settur fyri Sernám
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar