FHS

FHS

Staður: Glasir TórshavnMiðnám á Kambsdali og Miðnám í Suðuroy

FHS er eitt árs grundútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu, har dentur verður lagdur á handilslig og samfelagslig evni, so sum roknskap, marknaðarføring og samfelagsfak.

Eisini verður dentur lagdur á mál og kunningartøkni.

FHS kann takast sum partur av einari yrkisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu. Eitt FHS prógv gevur eisini atgongd til 2. árið á búskaparbreyt á gymnasialum miðnámi.

Undirvísingin er bæði fjølbroytt, viðkomandi og spennandi, tí talan er bæði um vanliga floksundirvísing, umframt bólka- og verkætlanararbeiði. Eisini fært tú møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á FHS.

Framtíðarmøguleikar

Við einum FHS-prógvi kanst tú fara í læru á skrivstovu ella í handli, umframt at tú kanst halda fram á búskaparbreyt á 2. ári.

Tú eigur at vita, at onkrar avmarkingar eru við FHS-próvnum, um tú fert av landinum at útbúgva teg víðari, t.d. innan skrivstovu í Danmark. Kanna tí hetta fyrst, um tað er tín ætlan.

FHS útbúgvingin verður boðin út á Miðnámi í Suðuroy, á Glasi í Havn og á Miðnámi á Kambsdali:

Fyri at sleppa inn á FHS skalt tú hava lokið 9. floksprógv.

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.