Tíðindi

18. mars 2025

Omanfyri 800 umsøkjarar til miðnámsútbúgvingarnar

Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar til komandi skúlaár var úti á midnátt 15. mars, vóru 834 umsóknir komnar inn.

Síðan 2015 hevur gongdin við umsóknum verið minkandi. Í ár vóru 24 umsóknir færri enn í fjør og 124 færri enn í 2021. Tað var tó serliga ein skúli, sum hevði eina stóra økining í umsøkjaratalinum. 45 umsóknir komu inn á Heilsuskúlan í Suðuroy, sum er ein trýfalding í mun til 15 umsøknir í mars í fjør.

613 umsøkjarar søktu í ár inn á gymnasialu breytirnar, tað eru 46 færri enn í fjør.

176 søktu inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar, sum er áleið tað sama sum í fjør. Her er tað serliga el-breytin, sum í ár skarar fram úr við heili 66 umsøkjarum.

Toppskjúttin á gymnasialum miðnámi gjørdist aftur í ár náttúrubreytin, sum fekk 207 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum í fjør. Á øðrum plássi kom búskaparbreytin við 171 umsøkjarum.

88 umsøkjarar søktu inn á hugbreyt - hetta eru 17 fleiri enn í fjør. Tó er tað ein lækking síðan 2022, tá umsøkjaratalið á hugbreytini var heili 154.

Seinastu árini hava alsamt færri søkt fyrireikingarbreytina - tað sum fyrr kallaðist HF. Hendan gongdin helt áfram í ár. 50 færri søktu í ár inn á fyrireikingarbreytirnar, sum er ein minking á 18 umsøkjarar í mun til í fjør.

54% av umsøkjarunum á miðnámi eru gentir. Síðan 2015 hava gentirnar verið betri umboðar á gymnasialu breytunum, og árið í ár er onki undantak. Tó eru dreingir betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum. 71% av umsøkjarunum á yrkisútbúgvingunum eru dreingir.


11. juni 2025
Skúlastjóri á Fossánesi
10. juni 2025
Einalærari í Haraldssunds skúla
05. juni 2025
Kunningarfundir fyri tilflytarar
03. juni 2025
Skúlastjóri til Velbastaðar skúla
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.