Tíðindi

21. november 2024

Undirvísing fyri teimum, sum arbeiða við flóttafólki úr Ukraina

Í hesi vikuni hava Center for Udsatte Flygtninge og Børn & Familie vitja í Føroyum, har tey hava undirvíst lærarum, námsfrøðingum, sosialráðgevum og sálarfrøðingum, sum arbeiða við flóttafólki úr Ukraina.

Undirvísingin snúði seg um arbeiðið við børnum, ungum og foreldrum í dagstovnum og fólkaskúlanum.

Á skeiðnum var undirvíst í, hvussu tað er hjá fólki at hava uppliva kríggj, at vera flótti og at vera í útlegd. Arbeitt var m.a. við námsfrøði í mun til skelkandi upplivingar, og hvussu vit kunnu skilja børn og ung í mun til teirra atburð og upplivingar. Arbeitt var við ítøkiligum dømum í mun til bæði nýtt og eldri ástøði innan økið. 

Endamálið við skeiðnum var at:

• fyrireika starvsfólk at arbeiða við børnum, ungum og familjum, sum hava flóttafólkabakgrund

• fakfólk verða styrkt í teirra námsfrøðiliga arbeiði, og læra nýggjar arbeiðshættir og amboð, sum verða roynd í verki

• fakfólk fáa boðið vegleiðing, royndardeiling og supervisión í mun til avbjóðingar í arbeiðinum við málbólkinum

40 luttakarar vóru á skeiðnum.

Undirvísingarstýrið, Nám og Tórshavnar Kommuna skipaðu fyri skeiðnum, og eru tey sera fegin um, hvussu innihaldsríkt og gevandi skeiðið hevur verið.


17. apríl 2026
Nordplus kunningarfundur 29. apríl
16. apríl 2026
Farloyvisstarvið sum skúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu
30. mars 2026
Sign up for Faroese as a second language courses
24. mars 2026
Skúlastjóri til skúlan á Fossánesi
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar