Tíðindi
23. mai 2024
Cecilia Nolsøe Sørensen sett sum fyrstilærari í Sumbiar skúla
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Ceciliu Nolsøe Sørensen í starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla frá 1. august 2024 at rokna.
Cecilia Nolsøe Sørensen er útbúgvin lærari í 2016. Cecilia hevur starvast í Tvøroyrar skúla síðani 2016, har hon fyri tað mesta hevur starvast í grunddeildini, sum húsast í Trongisvági. Cecilia er 38 ár og býr í Trongisvági. Afturat læraraútbúgvingini er Cecilia lifecoach umframt bachelor í ”erhvervsøkonomi og psykologi”, sum er eitt gott førleika íkast í arbeiðinum sum fyrstilærari.
04. september 2026
Undirvísingarstýrið stongt 7. september 2026
24. august 2026
Kunningar- og samskiftisfólk til Erasmus+
10. august 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
12. juli 2026