Tíðindi

31. januar 2024

United World College

Ynskir tú, at uppliva at gerast partur av einum spennandi og mennandi altjóða undirvísingarumhvørvi? Ja, so hevur tú møguleika at søkja um upptøku á United World College í Dali, sum liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.

United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Treytin fyri at søkja er, at tú á sumri 2024 hevur lokið fyrsta árið í eini 3 ára gymnasialari miðnámsútbúgving,

IB (International Baccalaureate) er ein altjóða gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur, t.e universitet og líknandi, sum eitt føroyskt studentsprógv.

Endamálið hjá UWC RCN-skúlanum er at virka fyri altóða friði og burðadyggari framtíð. Hetta verður m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman í skúlanum.

Studni rindar skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.

Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2024 kr. 3.100.

Nærri upplýsingar um skúlan fært tú við at venda tær til formannin í UWC Føroyar á tel 555037 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan í Noregi á hesi heimasíðuni: www.uwcrcn.no 

Upplýsingar um skúlan eru eisini at finna á Facebook.

Umsókn um upptøku á UWC RCN, avrit av seinastu støðumetunum saman við einari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknarblaðinum, skulu umvegis teldupost sendast claus.reistrup@icloud.com í seinasta lagi sunnudagin 3. mars 2024. Upptøkusamrøður við umsøkjararnar verða hósdagin 7. mars 2024, kl 16 í Tórshavn. Fráboðan um staðið verður send umsøkjarunum. 

Umsóknarblaðið um upptøku á UWC RCN er at finna á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni https://vegleiding.fo , Reyða Krossi www.reydikrossur.fo , Undirvísingarstýrinum https://undirvising.fo  og Norrøna Felagnum í Føroyum www.norden.fo

 


12. juli 2024
Undirvísingarstýrið stongt vegna feriu frá 15. juli til og við 2. augu…
11. juli 2024
Hanus Joensen farin frá fyri aldur
02. juli 2024
Ráðstevna og seminar um talgildar førleikar, inklusjón og lívlanga lær…
01. juli 2024
Starv sum skúlastjóri á Skúlatrøð
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.