Tíðindi

27. oktober 2023

Ráðstevna um lívlanga vegleiðing og inklusjón á arbeiðsmarknaðinum

Undirvísingarstýrið og NVL (Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannaútbúgving) skipa fyri ráðstevnu á Hilton Garden Inn 16. nov. 2023 um lívlanga vegleiðing og inklusjón á arbeiðsmarknaðinum.

Ráðstevnan er almenn, men vendir sær serliga til vegleiðarar, undirvísarar og tey, sum á onkran hátt arbeiða við vegleiðing, útbúgving, inklusjón og arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Á ráðstevnuni verða framløgur og orðaskifti. Granskarar frá universitetinum á Malta og Háskóla Íslands fara at greiða frá, hvussu lívlong vegleiðing kann vera við til at fremja góða integratión í samfelagnum, umframt týdningin av flytførum førleikum hjá tilflytarum og borgarum, sum skifta arbeiði av onkrari orsøk.

Umboð fyri Útlendingastovuna, ALS, Vinnuhúsið og Vegleiðingarstovuna fara eisini at umrøða hesi viðurskifti við støði í teirra royndum í føroyska samfelagnum.

Ráðstevnan byrjar kl. 9 við skráseting og morgunmati. Á middegi verður miðmál. Ráðstevnan endar kl. 14.30.

Tekna teg til ráðstevnuna við at senda teldupost til John Dalsgarð, samskipara í Undirvísingarstýrinum: johnd@uvs.fo  í seinasta lagi mikudagin 1. nov. 2023, við upplýsing um navn, starv ella starvsøki og starvsstaði.


03. september 2025
Málsviðgeri til Studna
28. august 2025
Skúlastjóri i Sumba
07. august 2025
Nýggj, dagførd námsætlan fyri føroyskt sum annaðmál
09. juli 2025
Summarfrí
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.