Tíðindi

27. apríl 2023

25 ára starvsdagur hjá Martini Mouritsen, musikskúlastjóra

1. apríl í ár hevði Martin Mouritsen 25 ára starvsdag sum musikkskúlastjóri fyri Musikkskúlaskipanina. Hetta var hátíðarhildið seinnapartin mikudagin 26. apríl við eini samkomu í matarhøllini á Undirvísingarstýrinum, har stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, bar fram eina heilsan og handaði Martini gávu og blómutyssi.

- 25 ár er eitt ættarlið, so tað sigur seg sjálvt, at nógv er hent hesa tíðina, tú hevur staðið við dirigentstavinum fyri føroysku musikkskúlaundirvísingina, segði Hjalmar Hansen, stjóri.

- Tú hevur eisini roynt teg sum dirigent fyri Føroya Symfoniorkestur. Eg havi altíð verið hugtikin av hesum leiklutinum - at megna at fáa fleiri ymisk ljóðføri at spæla, so at tað fyri okkum áhoyrarar verður ein stór og gevandi uppliving. Av og á hugsi eg, at tú eisini til dagligt ert ein dirigentur, sum megnar at fáa øll at spæla saman. Øll lata líka væl at samstarvinum. Tú ert ein einmansherður, tú handlar, tú finnur loysnir og tingini eru í ordan.

Vit øll á Undirvísingarstýrinum ynskja okkara starvsfelaga, Martin Mouritsen, hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum.

Á myndini handar Hjalmar Hansen, Martini eitt blómutyssi.


12. juli 2024
Undirvísingarstýrið stongt vegna feriu frá 15. juli til og við 2. augu…
11. juli 2024
Hanus Joensen farin frá fyri aldur
02. juli 2024
Ráðstevna og seminar um talgildar førleikar, inklusjón og lívlanga lær…
01. juli 2024
Starv sum skúlastjóri á Skúlatrøð
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.