Tíðindi

23. mars 2023

Hvat fæst við førleikameting?

Hósdagin 23. mars skipaði Glasir fyri tiltakinum "Vinnan vitjar". Í hesum sambandi hevði John Dalsgarð, samskipari í Vegleiðingarstovuni kunnandi framløgu um møguleikarnar við førleikameting og førleikamenning fyri teimum vitjandi, vinnu, stovnum og starvsfólki á Glasir.

Í framløguni greiddi John frá, hvat starvsfólk og virkir kunnu fáa burtur úr førleikameting, og hvussu førleikameting verður framd í verki.

Førleikameting er serlig ætlað vaksnum fólki við starvsroyndum, sum kundu hugsað sær at verið førleikament innan ávíst yrki ella nema sær eina útbúgving.

Vit hava í rúma tíð hoyrt um kappingina um starvsfólkini. Tá ræður um hjá virkjum at kunna bjóða starvsfólkunum sømdir og umstøður, sum fáa tey at støðast á arbeiðsplássinum.

Førleikamenning og útbúgving eru týdningarmiklir faktorar í hesum, og tá kann tað vera ein fyrimunur, bæði fyri virkið og tann einstaka at fáa førleikarnar hjá starvsfólkunum mettar og viðurkendar.

Framløgan hjá John Dalsgarð kann takast niður her: Hvat fæst við førleikameting?


26. mai 2026
Deildarleiðari at standa á odda fyri Sernámi
26. mai 2026
Sernám og Undirvísingarstýrið løgd saman
22. mai 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
21. mai 2026
LÆRARASTØRV Í FÓLKASKÚLANUM
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar