Tíðindi

16. mars 2023

Knapt 900 hava søkt inn á eina miðnámsútbúgving

Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar var úti á midnátt, vóru 878 umsóknir komnar inn. Hetta eru 40 umsóknir færri enn í fjør, og umleið 100 færri enn í 2021. 
Av teimum 878 umsøkjarunum hava 677 søkt inn á gymnasialu breytirnar, 18 hava søkt inn á Heilsuskúlan og 183 hava søkt inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar. 
Toppskjúttin gjørdist náttúrubreytin, sum fekk omanfyri 200 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum undanfarin ár. 
 
Eins og undanfarin ár, eru tað fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum. Síðan 2015 hava gentur verið betri umboðaðar á gymnasialu breytunum - uttan búskaparbreytini og tøknibreytini, har dreingirnir eru í meiriluta.
Dreingir eru hinvegin, eins og undanfarin ár, munandi fleiri á yrkisrættaðu útbúgvingunum. Tó eru fleiri gentur á heilsuhjálpara, námsfrøðihjálpara, hárfríðkan og klædnaatstøði. 
 
Síðan 2015 hevur talið á umsóknum verið minkandi, og í ár er onki undantak. Í ár eru tað 342 umsóknir færri enn í 2015. 
Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi fríggjadagin 21. apríl 2023. 


26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Nólsoyar skúla
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Sumbiar skúla
18. mars 2024
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
12. mars 2024
Kt-arkitektur og scrum master til KT-heildarætlanina fyri undirvísinga…
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.