Tíðindi

27. januar 2023

Kunningarfaldari um yrkis- og miðnámsútbúgvingar í 2023

Umhugsar tú at byrja á miðnámskúla ella at taka eina yrkisútbúgving? Ella kennir tú onkran, sum stendur á
einum vegamóti og skal undir at velja eina útbúgving?

Hetta er tíðin, tá næmingar í 9. og 10. flokki og onnur, hava møguleika at velja eina miðnáms- ella yrkisútbúgving. Í hesum sambandi hava tey, sum varða av føroysku yrkis- og miðnámsútbúgvingunum gjørt ein kunningarfaldara við føroysku útbúgvingunum, sum til ber at velja í 2023. Faldarin verður serliga útflýggjaður til 9. og 10. floksnæmingar, men hann er eisini talgildur og tøkur á netinum (sí niðast).
Frá 15. februar verður møguleiki fyri at fara inn á heimasíðuna innskriving.fo og velja útbúgving.

Umleið 70 yrkisútbúgvingar eru at velja ímillum, umframt tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og
aðrar almennar útbúgvingar. Ein yrkisútbúgving tekur vanliga fýra ár, har meginparturin av læruni fer
fram á einum virki, meðan umleið ein fjórðingur av tíðini er skúlagongd. Við eini yrkisútbúgving gert tú
teg til reiðar at fara út á arbeiðsmarknaðin at arbeiða sum faklærdur.

Ein gymnasial miðnámsútbúgving tekur vanliga trý ár og gevur tær førleikar til framhaldslestur á hægri
lærustovni í Føroyum ella uttanlands.

Útbúgvingartilboðini eru mong, og tí kann vera torført at velja útbúgving. Faldarin skal vónandi gera tað
lættari at velja útbúgving. Á skúlunum, sum bjóða út útbúgvingar, eru eisini dugnaligir vegleiðarar, sum eru til reiðar
at vegleiða. Eisini ber til at venda sær til Vegleiðingarstovuna. Les meira um Vegleiðingarstovuna
á vegleiding.fo
Umhugsar tú at velja eina yrkisútbúgving, er Yrkisdepilin til reiðar at vegleiða. Meira fæst at vita um
Yrkisdepilin her: yrkisdepilin.fo
Tú kanst taka faldaran niður sum pdf-fílu her.
Tú kanst blaða í faldaranum á netinum her


12. juli 2024
Undirvísingarstýrið stongt vegna feriu frá 15. juli til og við 2. augu…
11. juli 2024
Hanus Joensen farin frá fyri aldur
02. juli 2024
Ráðstevna og seminar um talgildar førleikar, inklusjón og lívlanga lær…
01. juli 2024
Starv sum skúlastjóri á Skúlatrøð
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.