Tíðindi
Niclas J. Hovgaard farin frá fyri aldur
Týsdagin 20. desember var hátíðarhald á Undirvísingarstýrinum í samband við, at Niclas J. Hovgaard, fulltrúi innan vinnu- og maritima útbúgvingarøkið, legði frá sær vegna aldur.
Niclas er hovbingur, útbúgvin skipsførari í 1979, og sigldi í mong ár sum skipari.
Í 90unum tók hann ein yvirbygning sum ingeniør, og starvaðist eitt skifti sum lærari á maritima økinum.
Niclas hevur síðan 1. feb. 2002 starvast sum fulltrúi innan vinnu- og maritima útbúgvingarøkið, fyrst á Mentamálaráðnum og síðani á Undirvísingarstýrinum.
Hjá starvsfeløgum verður tað ein saknur, nú hann gevst, tí Niclas hevur drúgvar royndir og hevur altíð verið hjálpsamur og góður í ráðum.
Á hátíðarhaldinum varð Niclas heiðraður av starvsfeløgum.
Stjórin á Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, handaði gávu og bar fram heilsan til Niclas, har hann millum annað segði: ”Øll árini hevur tú, so at siga, verið ein einmansherur á teimum økjum, tú hevur arbeitt við og serliga innan maritimu útbúgvingarnar. Tú hevur sett tíni tíðiligu spor, og innanhýsis hevur tú m.a. lært stovnin týdningin av at hava skil á viðurskiftunum. Eg vil takka tær fyri tíðina og ynskja tær blíðan byr fram yvir.”